P/F SMS
Útgivið
3. oktober 2022
Útgongur
13. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Kom og sel blómur saman við okkum í Fípuni í SMS! Vit leita í løtuni eftir einum kreativum og handaligum starvsfólki til fulltíðarstarv. 🙂

Vit leita eftir tær, ið

  • er fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • dámar at fáast við blómubinding og røkt av blómum og plantum
  • kann arbeiða sjálvsstøðugt og í toymi

Hjá okkum fært tú

  • eitt fjølbroytt, kreativt og stundum rokaligt arbeiðsumhvørvi
  • virknar og hjálpsamar starvsfelagar
  • eitt fakliga spennandi og avbjóðandi starv

Talan er um fulltíðarstarv. Vaktirnar eru skiftandi innan vanligu upplatingartíðina, tó kann arbeiði koma fyri í vikuskiftinum og á merkisdøgum.

Kundi tú hugsað tær at roynt teg sum blómubindari, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2203.

Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Johnny Priess, handilsleiðara, á telefon 283011.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið