Almannaverkið
Útgivið
23. februar 2023
Útgongur
7. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini

  • Eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur 32 tímar at byrja skjótast gjørligt. Ynskiligt er at viðkomandi sum søkir, er sinnaður at átaka sær ein samskipandi leiklut. Arbeitt verður mest í dagtímunum
  • Eitt starv á 32 tímar at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður dag-, kvøld- og náttarvaktir og triðja hvørt vikuskifti
  • Avloysarastørv í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu, avspáking og øðrum

Uppgávur
Fjálgalon er eitt heim fyri átta eldri borgarar, sum hava sálarsjúku. Vit veita dygdargóða røkt og umsorgan og stremba eftir høgari fakligheit. Vit royna at skapa javnvág millum at heimið er gott og trygt fyri búfólkini, samstundis, sum arbeiðið verður skipað soleiðis, at búfólkini fáa ein mennandi og góðan gerandisdag.

At arbeiða við eldri borgarum við sálarligum avbjóðingum er spennandi. Tað krevur at  ert tolin og rúmligur, og hevur eyga fyri møguleikum.

Á deildini arbeiða sjúkrarøktarfrøðingur, pedagogar, heilsurøktarar og onnur. Í mun til tvørfakliga arbeiði, er umráðandi við virðing og opinleika fyri íblástri frá øðrum, og at duga at læra frá sær. Vit leita eftir starvsfólkum sum dáma at arbeiða við eldri fólki og at vera við til at skapa ein mennandi og gevandi dag fyri tey.

 lýsing her

Líknandi størv

6. marts 2026
6. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið