Lýsing
Um størvini
- Eitt fast starv í brøki 0,8. Arbeitt verður í skiftandi vaktum 3. hvørt vikuskifti og byrjað verður skjótast gjørligt. Møguleiki er eisini at fáa fulla tíð, men tá er arbeiðstíðin 2. hvørt vikuskifti.
- Tvey avloysarastørv har arbeitt verður 2. hvørt ella 3. hvørt vikuskifti at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Hesi størvini eru væl egnað til lesandi innan tað heilsufakliga økið.
- Fólk at avloysa í eindini í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, avspáking, feriu ella aðrari fráveru.
Arbeiðsuppgávur
Eindin Sosialpsykiatri veitir tænastu til ung, vaksin og eldri, sum hava sálarligar avbjóðingar og tørv á persónligum stuðli fyri at megna gerandisdagin.
Sambýlið Fjálgalon er ein røktarbústovnur fyri tilkomin og eldri fólk við sálarsjúku. Har búgva 8 fólk.
At arbeiða við eldri borgarum við sálarligum avbjóðingum er spennandi. Tað krevur at tú ert tolin og rúmligur og hevur eyga fyri møguleikum.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum at veita røkt, umsorgan og praktiska hjálp til dagligar uppgávur.
Arbeitt verður við at menna eitt umhvørvi, sum er gott og trygt fyri búfólkini.
Á deildini arbeiða pedagogar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingur og onnur. Í tvørfakliga arbeiðinum er umráðandi við virðing og opinleika fyri íblástri frá øðrum, og at duga at læra frá sær.
Førleikar
Øll eru vælkomin at søkja, men vit ynskja fyrst og fremst fólk við útbúgving. Avloysarastørvini eru væl egnað til lesandi sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar ella heilsuhjálparar.
Væntanir
Vit vænta at tú hevur eina jaliga menniskjafatan og at tú fært búfólkini at kenna seg vird, hoyrd og sædd. Vit vænta at tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at búfólkini verða sett í miðdepilin. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.
Vit kunnu bjóða
- Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, í einum umhvørvi við fittum og dugnaligum starvsfeløgum.
- Góða upplæring í einum arbeiðsplássi í menning.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum í eindini
Sosialpsykiatri. Tann, ið verður sett/-ur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya ella Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17.10.23 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Andreu Petursdóttir, eindarleiðara, á tlf. 297449 ella Thominu í Lon, leiðara, á tlf.297421.