Almannaverkið
Útgivið
18. november 2025
Útgongur
1. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Sambýlið Fjálgalon er ein røktarbústovnur fyri tilkomin og eldri fólk við sálarsjúku. Í Fjálgulon, sum hoyrir til eindina Bústaðir Sosialpsykiatri, búgva 8 fólk.

Eindin veitir tænastu til vaksin og eldri, sum hava sálarligar avbjóðingar og tørv á persónligum stuðli fyri at megna gerandisdagin.

Um starvið
Talan er um eitt starv 32 tímar um vikuna at byrja 01.01.2026. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti. Arbeiðið er skipað í dag-, kvøld- og náttarvaktir.

Arbeiðsuppgávur
At arbeiða við eldri borgarum við sálarligum avbjóðingum er spennandi. Tað krevur at tú ert tolin, rúmligur, nærverandi, og at tú megnar at stuðla búfólkunum soleiðis at tey varðveita sínar førleikar.

Uppgávurnar eru í høvuðsheitum at veita røkt, umsorgan, nærveru og praktiska hjálp til dagligar uppgávur hjá búfólkunum. Eisini verður arbeitt við at menna eitt umhvørvi, sum er gott, trygt og innihaldsríkt fyri tey sum búgva har.

Á deildini arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og onnur. Tá tað kemur til tvørfakligt arbeiði er umráðandi við virðing og at vera opin fyri íblástri frá øðrum, og at duga at læra frá sær.

Førleikar
Vit søkja eftir starvsfólki við heilsufakligari útbúgving. Tað er tó ikki ein treyt fyri at fáa starvið. Um tú hevur áhuga og hegni til at arbeiða innan sosialspykiatri, ert tú vælkomin at søkja.

Væntanir
Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan og at tú fært búfólkini at kenna seg vird, hoyrd og sædd. Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at búfólkini verða sett í miðdepilin. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, í einum umhvørvi við fittum og dugnaligum starvsfeløgum
  • Góða upplæring í einum arbeiðsplássi í menning

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í eindini Bústaðir Sosialpsykiatri. Tann, ið verður sett/-ur, má tola broytingar í starvinum og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarfelagið, Heilsuhjálparafelagið, Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelag Føroya.

Umsókn
Tú søkir við at trýsta á Her.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 30.11.25 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Anniku Dam, leiðara, á tlf. 297479 ella Andreu Petursdóttir, eindarleiðara, á tlf. 297449.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2,2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2025, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 800 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Umleið 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Líknandi størv

18. november 2025
18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið