Kemilux
Útgivið
5. september 2025
Útgongur
19. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til framleiðsluna

Framleiðslan í Kemilux framleiðir sápur og reingerðarevni til húsarhald, stovnar og virkir. Vørurnar verða seldar í Føroyum og uttanlands. Inngangandi og útgangandi vørur verða avgreiddar hvørja viku, eins og tað, at blanda í tangarnar eisini er upp í fleiri ferðir um vikuna.

Høvuðsuppgávur
Høvuðsuppgávan verður at framleiða sápu í okkara tangar, ið eru millum 1.000 og 10.000 litrar. Harumframt kemur tú eisini at hava ábyrgdina av inngangandi og útgangandi vørum, og at pakka vøru, sum skulu inn og úr goymlsuni. Tí er neyðugt at tú hevur koyrikort til trukk.

Ítøkiliga fevna arbeiðsuppgávurnar um at:

  • framleiða sápu
  • halda gott skil á goymsluni
  • viðlíkahalda tangarnar og maskinurnar

Førleikakrøv
Tað er ynskiligt, at tú hevur royndir innan goymslu og at koyra trukk, men hetta er ikki ein treyt. Tó er týdningarmikið, at tú ert nærlagdur í tínum arbeiði, og at tú eisini hevur áhuga í at skapa ordan, og halda skil á.

Persónligir eginleikar
Vit ynskja at tú er ein fleksibul og jaligur viðspælari í gerandisdegnum, og tú brennir fyri at fáa tað at koyra, soleiðis at vit kunnu røkka best møguligari framleiðslu. Tað er týdningarmikið at tú ert ein støðugur og álítandi persónur, sum brennir fyri at arbeiða í eini serligari framleiðslu í føroyskum høpi.

Løn og setanartreytir
Starvið er 40 tímar um vikuna.

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu partanna millum.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Dáva Restorff Hansen á tlf. 662028, ella við at senda ein teldupost til: davur@kemilux.fo.

Umsókn Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til: davur@kemilux.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 19. september 2025 kl. 15:00, og allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um okkum
Kemilux er ein lokal fyritøka við kundum um allan heim, og er skrásett hjá ACHILLES og er ISO 9001:2015 góðkend.

Felagið hevur røtur heilt aftur til 1965, og hevur verið virkin partur í føroyska húsarhaldinum og føroysku vinnuni, líka síðan. Reingerðarvørurnar eru kendar í Føroyum og úti í heimi, og fyritøkan arbeiðir støðugt við at menna vørur og tænastur, sum skara framúr í góðsku. Kemilux selur eisini reingerðarútgerð, trygdarútgerð og arbeiðsklæðir. Hjá Kemilux starvast um 25 fólk, og virksemið er í tveimum støðum í Havn

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið