Lýsing
Virksemið okkara er økt seinastu tíðina, og tí hava vit tørv fyri nýggjum starvfólki til okkara arbeiðstoymi í Klaksvík. Arbeidi fevnir um nýgerð og umvælningar av trolum og annað.
Starvstreytir
Lønarviðurskiftir og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.
Umsókn
Ynskir tú at vita meira um arbeiði, ert tú vælkomin at seta teg í samband við René Havmand, stjóra á tlf.: 555701 ella á t-post: rh@netastovan.fo við evninum “Starvsfólk til framleiðsluna”. Vælkomin inn á gátt og fá eitt prát.
Starvið ynskja vit at seta skjótast gjørtligt.
Netastovan F/P varð sett á stovn á summri 2022, og er ein nýggj fyritøka. Netastovan tekst við framleiðslu av trolum,grunnum, og øðrum fyrifallandi arbeiði.