Lýsing
Ert tú eitt útimenniskja, sum dámar at hava mold undir neglunum og arbeiða við viðlíkahaldi av uttandura økjum, so er hetta kanska rætta starvið til tín.
Í Klaksvíkar kommunu eru sjey kirkjugarðar: tveir í Klaksvík, ein í Árnafirði, ein í Svínoy og tríggir á Kallsoynni, á Húsum, í Mikladali og á Trøllanesi. Tín dagligi arbeiðsdagur er í mestan mun í kirkjugarðunum í Klaksvík og Árnafirði, har tú saman við kirkjugarðsleiðara og øðrum starvsfólkum viðlíkaheldur kirkjugarðarnar.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, og vit ynskja, at kirkjugarðarnir eru væl røktaðir. Teir verða væl vitjaðir, og tí er umráðandi, at tú ert fyrikomandi og vísir arbeiðinum virðing.
Í kirkjugarðinum skalt tú duga at arbeiða sjálvstøðugt, og stór arbeiðsorka skal leggjast í viðlíkahald, fríðkan og nýgerð. Vit hava gravmaskinu, dumpara, sláimaskinur o.a., og hesi amboð mást tú kenna teg tryggan við at brúka.
Árliga eru á leið 60 jarðarferðir, og hesum arbeiði verður tú eisini partur av, bæði við líkvognskoyring og grevstri. Tí er umráðandi, at tú eisini arbeiðir væl saman við øðrum.
Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo Starvsfólk til fríðkan og viðlíkahald