Almannaverkið
Lýsing
Um starvið
Talan er um fast starv 25 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er seinnapart gerandisdagar og eitt kvøld um vikuna. Arbeiðsætlanin kann tillagast, so møguleiki er fyri at fáa tímar aðrastaðni í eindini fyri at fáa fulla tíð.
Eisini verður søkt eftir fólki, sum kunnu avloysa í sambandi við fráveru orsaka av sjúku, feriu o.ø. Størvini hóska seg eisini væl til lesandi.