Lýsing
Um starvið
Talan er um fast starv 25 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er seinnapart gerandisdagar. Starvsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Frítíðarskipanin á Frúutrøð er eitt frítíðartilboð undir Almannaverkinum. Uppgávan er at bjóða børnunum og teimum ungu ein innihaldsríkan dag við avbjóðingum, upplivingum, stuttleika og nærleika. Sum starvsfólk fært tú møguleika at seta tín dám á virksemið á Frúutrøð. Tú fært møguleika at vera við til at skipa arbeiðið og við viðkomandi fakligum innliti skapa karmar fyri einum góðum menningarumhvørvi hjá børnunum og teimum ungu.
Uppgávan er at geva tí einstaka barninum og tí unga umsorgan og stuðul, so tey kunnu kenna seg trygg og mennast í einum innihaldsríkum gerandisdegi. Vit taka støði í tí einstaka við tí i huga, at øll eru serstøk og hava ymiskan tørv á at mennast sálarliga og likamliga. Í hesum sambandi brúka við amboð til at skipa gerandisdagin, t.d. boardmaker.