Lýsing
Okkum tørvar starvsfólk til barnagarðiná Sandi.
- 1 hjálparfólk at arbeiða 20 tímar pr viku. Starvið er frá 1 januar 2021 til 30 juni 2021
- 1 hjálparfólk at arbeiða 30 tímar pr viku. Starvið er frá 1 januar 2021 til 31 juli 2021
Starvsfólk sum vilja arbeiða miðvíst við okkara námsætlan, sum eru áhugaði í at arbeiða við verkætlanum og at skapa eitt mennandi læringsumhvørvi fyri børnini.
Vit vanta av tær:
- At tú er jalig og dámar at vera saman við børnum
- At tú er fakliga áhugaður
- At tú er opin fyri nýhugsan og broytingum
- At tú kann arbeiða sjálvstøðugt
- At tú hevur góðar samstarvsførleikar
Tað vit kunnu bjóða tær, er millum annað:
- ein vælvirkandi starvsfólkabólk og stovn
- upplivingar og útfordringar frá og við børninum, starvsfólki og foreldrum og nógv aftrat.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 07.30 og 17.00.
Tú fært nærri upplýsingar um starvið, um tú vendir tær til Anitu Jensen, leiðara á tlf. 212751.
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum, skal sendast til Barnagarðin á Sandi, teldupost teigar@sandur.fo
Umsóknarfreistin er úti 14.12.20. Allir umsøkjarar fáa svar umvegis teldupost.