Sunda Kommuna
Útgivið
21. oktober 2024
Útgongur
30. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Brennur tú fyri at arbeiða við frítíðarskúlabørnum, er tað júst tær vit hava brúk fyri. Vit søkja eftir starvsfólki at byrja 1. nov 24 og fyribils til 1. juli 25 at arbeiða uml. 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er vanliga ímillum kl 11 – 17. Møguleiki er fyri avloysara tímum fyrrapart.

Í frítíðarskúlanum arbeiða vit útfrá okkara námsætlan, og á viðurkennandi námsfrøði. Vit leggja dent á góðar relatiónir, har vit skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið heldur tað verða stuttligt, avbjóðandi og hugnaligt at ganga í frítíðarskúla. Vinarlag, trivnaður, spæl og ymisk ítriv hevur ein stóran leiklut og børnini eru sjálvi í stóran mun við til at mynda gerandisdagin.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær.

Somuleiðis søkja vit eftir avloysarum til stovnin, at byrja sum skjótast.
Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja okkum á www.flatinum.fo

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 30 okt og sendast til flatinum@sunda.fo

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið