Tórshavnar kommuna
Útgivið
8. januar 2025
Útgongur
24. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Spennandi og lívligir gerandisdagar við glaðum børnum og góðum starvsfeløgum.

Ljóðar tað sum nakað fyri teg? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

  • Vit søkja eftir einum námsfrøðingi, hjálparfólki ella lesandi at byrja 1. februar 2024 ella eftir nærri avtalu
  • Arbeiðstíðin er 20-27 tímar um vikuna, men hevur tú ynski um annað tímatal, er tað ein møguleiki

Hvørji eru vit?
Vit liggja í einum stórum ítróttarøki í Gundadali. Góðir møguleikar eru at nýta vallir, svimjihøll og restina av nærumhvørvinum. Vit hava eitt friðað økið rundan um frítíðarskúlan, har vit hava fleiri smáttir, og ein á rennir framvið. Vit hava mánabilar, súkklur og mangt annað. Umstøðurnar til rørðslu eru góðar, og hetta er gott fyri rørsluligu menningina hjá einstaka barninum.

Vit hava sera góðar innandura umstøður. Vit hava ymisk verkstøð til skapandi evni, ítróttarhøll, púturúm, dukkukrók, lesikrók, eitt stórt felagsrúm og annað, har børnini fáa ment seg á ymiskan hátt, bæði gjøgnum skipað og óskipað tiltøk.

Í Frítíðarskúlanum í Badmintohøllini leggja vit stóran dent á frælsið og frítíðina hjá barninum, har barnið undir tryggum karmum er við til at skapa egnan gerandisdag við stuðli frá vegleiðandi vaksnum, sum menna einstaka menniskjað.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið