Tórshavnar kommuna
Lýsing
Brennur tú fyri at vera aktiv/-ur og kreativ/-ur við frítíðarskúlabørnum? Hevur tú hug at vera partur av einum framúr toymi? So er tað júst tær vit leita eftir á Frítíðarskúlanum við Løgmannabreyt.
Vit leita eftir:
- Námsfrøðingum
- Námsfrøðiligum stuðli
- Avloysarum
Um okkum
Í Frítíðarskúlanum ganga børn úr 1., 2. og 3. flokki. Ábyrgdarfólk er knýtt at hvørjum árgangi. Í løtuni arbeiða 8 eldhugaðir námsfrøðingar og 4 hjálparfólk, ið øll koma við sínum íkasti til góða arbeiðsumhvørvið í frítíðarskúlanum.
Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu
Leinkja til umsóknarskema