Lýsing
Søkt verður eftir 2 starvsfólkum, námsfrøðingum ella hjálparfólkið, til Frítíðarskúlan við Stórá, í Runavíkar Kommunu, at byrja 15. August 2022.
Kjarnuuppgávan hjá Frítíðarskúlanum við Stórá, er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, saman við vegleiðandi vaksnum. Frítíðarskúlin liggur í Rituvík og er stovnur undir Runavíkar kommunu. Á stovninum ganga uml. 110 frítíðarskúlabørn.
- Størvini eru 25 tímar um vikuna, (Námsfrøðingar kunnu fáa bjóða 30 tímar um vikuna) har arbeiðstíðin er skiftandi ímillum kl 09.30 - 17.00, og tá skúlin hevur frí, ímillum kl 7.30-17.00
- Størvini vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya, á lønarstigi 11-22, fyri námsfrøðingar og lønarstig 2-8, fyri
hjálparfólk.
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Er áhugaður at arbeiða við børnum í aldrinum 5 - 9 ár
- Er ágrýtin, initiativríkur og vísir hetta í verki
- Er fakliga tilvitaður, og hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
- Dugir at skipa fyri fjøltáttaðum, mennandi og kveikjandi upplivingum.
- Dugir at skipa fyri spennandi og avbjóðandi tilboðum, til hendan barnabólk í einum tryggum og góðum umhvørvi.
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við
foreldur, børn og starvsfelagar
Vit bjóða:
- Eitt arbeiðspláss, sum ynskir at menna og arbeiða eftir dygdargóðari frítíðarnámsfrøði
- Eitt arbeiðspláss, sum leggur stóran dent á kreativitet og fysiskir aktivitetir
- Fyrireikingartíð
- Toymisarbeiði
Søk starvið á heimasíðuni hjá Runavíkar Kommunu. www.runavik.fo ella á beinleiðis leinkju her: https://app.jobmatchprofile.com/hgeeft
Eisini ber til at senda umsøkn beinleiðis til. fritansing@runavik.fo
Nærri fæst at vita um størvini, við at venda sær til Hans Andrias Olsen leiðara, á tlf 216630