Lýsing
Vit eru so errin, tí tvey av okkara dugnaligu starvsfólkum fara undir at lesa til námsfrøðing – tað fegnast vit sjálvandi um!
Men tað merkir eisini, at vit nú hava pláss fyri nýggjum andlitum í okkara toymi. Saman mynda vit autismuvinaliga frítíðartilboðið á Tinghúsvegnum.
Talan er um tvey størv á 30 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar í dagtímunum ímillum kl. 11.00 og kl. 17.00 og eitt kvøld til kl 21.00 aðru hvørja viku. Byrjað verður 15. august ella eftir nærri avtalu – alt eftir hvat passar tær og okkum.
Hvat snúgva størvini í Frítíðartilboðnum seg um?
Tú verður partur av einum toymi, sum arbeiðir við børnum og ungum sum hava tørv á einum autismuvinaligum umhvørvi. Vit leggja dent á tryggleika og forsøgni, og stremba eftir at skapa mennandi og stuttligar frítíðarløtur fyri børnini og tey ungu.
Vit spæla borðspøl, tekna, mála, perla, smíða og mangt annað. Vit ganga túrar í Viðarlundina, Grasagarð, Sandágerð og vitja alskyns ymisk støð. Vit tvætla, flenna, gráta og hugna okkum saman hvønn dag.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144732&DepartmentId=19224&MediaId=4615