Lýsing
Um størvini
Talan er um 2 størv 30 tímar vikuna at byrja 01.03.2023. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum í millum kl. 11.00 og kl. 17.00
Eisini verður søkt eftir fólki at avloysa í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu, skeiðum og øðrum.
Uppgávur
Í Frítíðartoyminum arbeiða vit í einum námsfrøðiligum umhvørvi, har virkað verður fyri, at borgarin fær ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum. Frítíðartoymið er í høvuðsheitinum til borgarar við autismu, frá 3 flokki til 10 flokk.
Starvsfólkini skulu virka fyri, at tey sum koma í Frítíðartoymið, fáa neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at tey fáa ein tryggan og skipaðan gerandisdag.
Uppgávan er at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti. Vit menna og eftirmeta námsfrøðiligar virkisætlanir.
Vit arbeiða eftir ávísum námsfrøðiligum leisti har vit nýta Boardmaker og KAT kassan. Somuleiðis arbeiða vit við støðið í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðum borgarans. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar viðlíka
Uppgávan er somuleiðis at geva ráð og vegleiðing í dagligdegnum og at hava samstarv við tey avvarðandi hjá borgarunum.