Lýsing
Til Mylnuna í miðbýnum leita vit eftir fólki at arbeiða fulla tíð.
Talan er um skiftandi vaktir, men serliga hava vit tørv á fólkum, ið kunnu arbeiða morgun- og dagvaktir vanligar dagar og annaðhvørt vikuskiftið.
Vit vænta av tær, at tú ert røkin, ábyrgdarfull/ur og er áhugað/ur í at veita góða kundatænastu.
Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Vár Egholm, handilsleiðara, á telefon 769094.
Tú søkir starvið beinleiðis á leinkjuni her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2194.