SERNÁM
Útgivið
26. oktober 2022
Útgongur
13. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólki til fyrisitingina í Sernámi.
Talan er um fast starv á fulla tíð at byrja 1. desember 2022 ella skjótast eftir tað.

Sernám er ráðgevandi stovnur til skúlar og dagstovnar í Føroyum, og arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið. Fyrisitingin er staðsett í Tórshavn, og tú verður partur av einum fyrisitingarligum toymi við 5 fólkum.

Starvið inniber nakrar av hesum uppgávunum:

  • Fyrisitingarligar uppgávur, sum hava við starvsfólkaviðurskifti at gera
  • Bókhald
  • Uppgávur innan KT og dátuvernd/GDPR
  • Viðvirka til uppbyggjan av hagtalsgrunni
  • Fíggjarætlanararbeiði og aðrar fyrisitingarligar uppgávur saman við leiðsluni
  • Viðlíkahald av starvsfólkahandbók

Um teg:
Tú hevur førleikar og royndir við fleiri av omanfyrinevndu uppgávum, og saman við tær finna vit útav júst hvørjar uppgávur passa væl til tín. Harumframt er umráðandi, at tú sær týdningin av at hjúkla um smálutirnar soleiðis, at heildin verður fullfíggjað.

Førleikakrøv:

  • Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Royndir innan fyrisiting og lætt við at seta seg inn í KT-skipanir, so sum BSL og 360
  • Førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávu til rættis
  • Intiativtakan og áhuga í menning í mun til egið fak
  • Dugir væl at orða seg í skrift og talu

Vit bjóða:
Fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við ymiskum uppgávum
Samband við ymiskar fakbólkar innanhýsis og ymiskar stovnar uttanhýsis.

Setanartreytir til starvið:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. november 2022 og skulu sendast til:

Sernám
á Frælsinum
Postboks 2036
FO-110 Tórshavn
ella sum teldubræv til sernam@sernam.fo

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning. Í løtuni er Sernám í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.

Líknandi størv

31. oktober 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið