
AGA Føroyar
Lýsing
Okkum tørvar starvsfólk til goymsluna, útkoyring av gassi og øðrum fyrifallandi arbeiði at byrja skjótast til ber.
- Royndir á økinum eru ikki krav
- Tað hevur týdning fyri okkum, at tú klárar at arbeiða sjálvstøðugt og við nærlagni
- Harafturat er krav, at tú hevur koyrikort til persónbil.
Talan er um summarferiustarv, ið verður sett skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu.
Løn sambart avtalu.
Hevur hetta tín áhuga ella hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Annfinn Hansson, Stjóra, á tlf. 215544
Umsóknir skulu sendast til annfinn@aga.fo