Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
26. maj 2023
Útgongur
11. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt farloyvisstarv fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi er leyst at søkja, við setan tann 1. juli 2023 fram til 1. mars 2024.

Starvið er á Tænastudeildini, meðan starvsstaðurin er í goymsluni.

Starvið umfatar:
- bílegging og móttøka av vøru,
- at avgreiða bíleggingar og rokningar,
- seingjarvask og uppreiðing á seingjardeildini,
- at halda skil á tí, ið er á goymslu

Vit vænta, at tú:
- hevur hóskandi royndir frá goymslu ella handli,
- hevur telduførleikar á brúkarastigi
- ert fleksibul í mun til at passa arbeiðsuppgávurnar til annan aktivitet á sjúkrahúsinum,
- ert jalig/ur og tænastusinnað/ur

Vilt tú vita meira um starvið?
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Birnu Jacobsen, deildarleiðara á Tænastudeildini, birnaja@ks.fo, telefon 235470.

Tín umsókn og løn
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Send tína umsókn og CV til umsokn@ks.fo. Umsóknarfreistin er 11. juni 2023.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið