P/F Smyril-Line
Útgivið
2. oktober 2024
Útgongur
1. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit hava úr at gera og tí tørvar okkum starvsfólk til goymsluna við starvsbyrjan hálvan januar.

Talan er um fulltíðarstarv og tú kemur at sigla eftir skiftisskipan áljóðandi 4 vikur úti og 4 vikur heima.

Uppgávur

Arbeiði sum goymslufólk umborð á Norrönu umfatar millum annað

  • Vørumóttøku á dekkinum
  • Fáa vøruna til og frá goymsluna, og út til sølustøðini
  • Skipa goymsluna umborð
  • Vøruteljing mánaðarliga
  • Halda goymsluna reina og ruddiliga

Harumframt verður tín uppgáva at stuðla køkinum, við at útvega ymiska vøru og takast við annað fyrifallandi arbeiði, ið hoyrir til á einari goymslu.

Tín vangamynd

  • Tú trívist at arbeiða í einum toymi og dámar at vera í gongd
  • Tú er tænastusinnað/ur hóast nógv er at gera, og tær dámar at arbeiða í einum livandi umhvørvi
  • Tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og leggja arbeiðsdagin til rættis
  • Tú kemur at arbeiða 10 tímar um dagin saman við 90-100 starvsfelagum
  • Tú kemur at arbeiða skiftandi tíðir
  • Tú er greið/ur yvir at, tú kemur at búgva umborð á skipinum í áleið 4 vikur hvønn túrin
  • Koyrikort til trukk er ein fyrimunur, tó ikki eitt krav

 

Vit bjóða

Vit taka væl ímóti tær, og tú fært dugnaligar starvsfelagar, ið koma at hjálpa tær fyrstu tíðina. Tú verður partur av einum toymi har tónin er óformellur, og vit hugna okkum saman.

 

Setanartreytir

Setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

 

Starvssetan

Starvssetan er hálvan januar. Talan er um fulltíðarstarv.

 

Freist at søkja

Freistin at søkja er 1. januar 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og vit bíða gjarna eftir tí rætta. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER

Hevur tú spurningar til starvið ert tú vælkomin at seta teg í samband við leiðarar í køkinum, Jean Alex og Helga á executivechef@norrona.fo ella 344835.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið