Runavíkar Kommuna
Útgivið
30. december 2024
Útgongur
15. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Gula smiðja leitar eftir tveimum starvsfólkum at arbeiða fast eitt kvøld um vikuna (kl. 18-22) og annaðhvørt vikuskifti (fríggjakvøld og leygarkvøld kl. 19-01). Hetta svarar til ein brøk á uml. 0,25. Møguleiki er fyri at taka tímaløntar vaktir umframt.

Um Gulu smiðju
Gula smiðja er ungdóms- og virkishús í Saltangará. Okkara fremsti málbólkur eru ung úr 7. flokki til og við 18 ár. Vit hava opið týskvøld, mikukvøld og hóskvøld 18-22. Fríggjakvøld og leygarkvøld er oftast opið kl. 19-01. Vit skipa eisini fyri almennum tiltøkum, sum venda sær til ein breiðari hóp, men hesi størvini eru í ungdómshústilboðnum, og tí mugu umsøkjarar fyrst og fremst hava áhuga fyri at arbeiða við ungum.

Hvat gera vit?
Uppgávan hjá starvsfólki í Gulu smiðju er fyrst og fremst at tryggja, at tað altíð er ein góð uppliving hjá teimum ungu at koma í smiðjuna. Vit leggja dent á, at tey, sum eru til arbeiðis, eru nærverandi og tøk til tað, sum tey ungu hava hug til at fáast við, og eisini sjálvstøðugt megna at skipa fyri fjølbroyttum virksemi. Verandi starvsfólk hava sera ymiskar førleikar og eginleikar, og tað síggja vit sum eina styrki. Virksemið í smiðjuni fevnir um alt frá matgerð til tónleikaframleiðslu, borðspøl til borðtennis, telduspøl, myndlist og dans, og vit eru altíð opin fyri nýggjum hugskotum

Vit ímynda okkum, at tú:

  • Hevur áhuga og hegni til at arbeiða við ungum, dugir at knýta sambond og at viðvirka til góðan trivnað.
  • Ert fyrikomandi, nærverandi og vísir virðing í samskiftinum við bæði tey ungu og aðrar samstarvsfelagar.
  • Tekur stig til áhugavert virksemi og dugir at kveikja áhuga millum tey ungu, og eisini dugir at lofta hugskotum frá teimum.
  • Tekur ábyrgd og torir at seta mørk, tá tað er neyðugt.
  • Kanska hevur royndir ella útbúgving innan námsfrøði ella aðra viðkomandi fakgrein, men hetta er kortini ikki treyt fyri at søkja.

Vit bjóða tær
Eitt stuttligt, fjølbroytt og áhugavert starv, har tú, saman við góðum starvsfeløgum fært høvi til at mynda virksemið í smiðjuni.

Løn og setanartreytir
Setanarstaðurin er Gula smiðja. Setanar- og lønarviðurskifti verða sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.

Soleiðis søkir tú
Søk starvið við at senda teldupost til gulasmidja@runavik.fo.

Freist at søkja
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. januar 2025. Ynskiligt er at tú kanst byrja skjótast gjørligt.

Meira kunning
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tótu Árnadóttir, leiðara, á tlf. 237085 ella teldupost gulasmidja@runavik.fo

Gula smiðja - Runavíkar Kommuna

Barnaváttan er kravd av øllum, sum starvast í Gulu smiðju.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið