Lýsing
Hallartún á Hilton Garden Inn Faroe Islands er ein og fremstu matstovunum í føroyum og vit leita eftir ágrýtnum starvsfólki at arbeiða bæði kvøld og vikuskiftisvaktir.
Vit bjóða
Eitt spennandi og livandi starvspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum og arbeiðssomum toymi. Tú verður við til at mynda eitt arbeiðspláss við altjóða standardum, har góður stemningur, felagsskapur og virðing eru í hásæti.
Vit leggja dent á góðan trivnað og gott samstarv millum starvsfólk.
Arbeiðstíðir:
- Skiftandi seinnapart, og kvøldvaktir, áleið 30 tímar um vikuna. Frá mánadag til sunnudag.
Starvið fevnir m.a. um:
- At borðreiða mat og drykkir
- At skapa eina hugnaliga og góða uppliving fyri gestum
- At arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkatoymið
- At arbeiða í skiftandi vaktum
Vit vænta at tú
- Ert 18 á ella eldri
- Royndir sum tænari eru ein fyrimunur, men ikki krav
- Klárar at málbera teg á føroyskum, enskum og skandinaviskum
- Dugir at veita framúr tænastu
- Ert ágrýtin, fyrikomandi og sjálvstøðug/ur – tú dugir at taka ábyrgd
- Hevur gott yvirlit og dugir at arbeiða undir trýsti
- Sært virði í at hjálpa bæði starvsfólkum og gestum
Setan
Starvið verður sett 1. apríl
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi gistingarhússáttmála.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi tilfari skal sendast til starv@hiltongardeninn.fo
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar?
Hevur tú spurningar ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásvør Árting
e-mail: asvor@hiltongardeninn.fo tlf: +298 27 25 04
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!