Lýsing
Í handli okkara selja við dygdargóða máling, amboð og greiður ið hoyra til,
umframt aðrar vørur innan umvæling.
Vit stremba eftir at geva góða vegleiðing og bestu tænastu til kundar okkara.
Um starvið
Sum handilsfólk hjá Sri Máling eru uppgávurnar.
- At taka ímóti vøru og seta uppá pláss.
- Bíleggja og skráseta vørur á okkara kassaskipan.
- Syrgja fyri at handilin sær innbjóðandi út.
- Avgreiða kundar og lærir tú eisini at blanda máling.
Tínir førleikar
Vit leita eftir einum starvsfólki, ið er smílandi og fyrikomandi, dugir at taka
ábyrd og arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir
innan handil, ella vitan innan máling / umvæling, men tó er hetta ikki eitt
krav.
Arbeiðstíð
Vit ynskja eitt starvsfólk ið kann arbeiða niðursetta ella fulla tíð.
Arbeiðstíðin er: mánadag - fríggjadag kl. 09 - 17.30
og 3. hvønn leygardag kl. 09 - 14
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett, tá vit hava funnið rætta viðkomandi og hevur tú
møguleika at byrja beinanvegin. Lønt verður sambært sáttmála millum
Samverk og FAG.
Umsókn
Umsókn við CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til sri@sri.fo
Meira fæst at vita um starvið við at senda ein teldupost ella ringja til handil
okkara á tlf. 31 30 30