Skúlin á Trøðni
Útgivið
2. september 2025
Útgongur
15. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv

Lýsing

Ynskir tú at arbeiða við børnum við serligum tørvi?

So hevur tú møguleika at gerast partur av okkara dugnaliga toymi.

Søkt verður eftir námsfrøðingum ella fakfólkum við viðkomandi útbúgving, at arbeiða 30 tímar um vikuna, við møguleika fyri færri tímum. Okkum tørvar 3 starvsfólk at byrja skjótast
møguligt. Um fakfólk ikki søkir, verður annað fólk sett ístaðin. Talan er um tíðaravmarkað starv, fyribils í eitt skúlaár, fram til 10 juli 2026.

Um okkum:
Heildagstilboðið er partur av Skúlanum á Trøðni, ið er einasti serskúli í landinum. Tilboðið fevnir um tey børnini, sum byrja í skúlanum og tey børnini, ið hava ein meira umfatandi tørv á stuðli í skúladegnum og í frítíðini. Børnini hava gagn av; at skúli og frítíðartilboð eru á sama stað, fast toymi av starvsfólkum, samanhangandi námsfrøði og mannagongdum. Í Heildagstilboðnum verður arbeitt við skipaðari námsfrøði, visuellum strukturi og týðiligheit. Arbeitt verður vanliga ein til ein og annars í smærri bólkum. Strembað verður eftir, at barnið fær tær bestu menningarfortreytirnar soleiðis, at barnið fær møguleika at mennast málsliga, sosialt, persónligt og kropsligt.

Vit vænta, at umsøkjarin:
- Hevur hug og hegni at arbeiða við børnum við serligum tørvi.
- Er nærverandi í arbeiðnum saman við børnunum.
- Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og førleikar.
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki.
- Tosar og skilir føroykst.

Vit bjóða:
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið
og vera við til at menna Heildagstilboðið.
- Námsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing í t.d. málsligari menning.
- Eitt arbeiðspláss, ið strembar ímóti, at bæði børn og vaksin trívast.
- Tíð til fyrireiking.
- Viðkomandi skeið og fyrilestrar.
- Dugnaligar starvsfelagar.

Setanarviðurskiftir:
Arbeiðstíðin er mánadag - fríggjadag ímillum kl: 7.45 - 17.00.
Starvið verður lønt sambart sáttmála, millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Størvini eru í setanarbrotið uml. 0.75
Vilt tú vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til leiðaran í Heildagstilboðnum
Inger Ziska Simonsen á tlf. 271203

Umsóknarfreist:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi
seinasta lagi 15.09.2025 og skulu sendast til: sat@sat.fo

Skúlin á Trøðni, á Frælsinum 32, postmoga 2036

Miðjað verður ímóti at hava setanarsamrøður, skjótast gjørligt aftaná freistina.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið