Starvsfólk til HTU-deildina hjá SEV

SEV
Útgivið
22. januar 2021
Staður
Faroe Islands
Page Views
1153

Lýsing

SEV sóknast eftir einum starvsfólki til deild okkara fyri Heilsu, Trygd og Umhvørvi.

Starvið
Talan er um sera fjølbroyttar arbeiðsuppgávur á HTU-økinum. Arbeiðið fevnir í stóran mun um:

  • At fremja trygdarrundir
  • At gera innaneftirlit ísv. ISO 14001 og 45001
  • At orða mannagongdir
  • Smærri undirvísingaruppgávur
  • Prosess/fundarleiðsla

Starvsstaðurin er í Havn, men nógvar uppgávur eru úti um landið og í samskifti við starvsfólk okkara um landið. Meðan aðrar uppgávur í stóran mun eru handan skrivaraborðið, har neyðugt er at hava hug og hegni til at fara í smálutir.


Neyðugt er við viðkomandi útbúgving. Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi royndir innan HTU. Umráðandi er, at tú dugir væl at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum, umframt at sparring, ráðgeving, samskifti, samstarv og toymisspælari eru orð, ið tendra teg. Neyðugt er við koyrikorti til persónbil. Alt landið er arbeiðsstaður tín, og tí verður talan um nakað av ferðing og skiftandi arbeiðstíðum.

Tú dugir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og ert álitisvekjandi. Eisini kundu vit hugsað okkum, at tú ert fús/ur at átaka tær smærri undirvísingaruppgávur og at vera prosess/fundarleiðari.

SEV
SEV bjóðar tær:

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Løn
Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Anniku F. Berg, leiðara á telefon 225242.

Umsóknarfreistin er 4. februar 2021. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til: starv@sev.fo

 
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 170 fólk starvast í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni, vindi og sól. SEV er  fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv