Vestmanna Kommuna
Útgivið
5. januar 2026
Útgongur
19. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Nýtt ár – nýggjar avbjóðingar?

Okkum tørvar starvsfólk við runutum stivlum og blíðari rødd!

Elskar tú at spæla, flenna og at fáa børn at røra seg – og sært tú virðið í at vera
nógv uttandura.

Her eru tveir dagar sjáldan eins. Vit renna, hoppa, byggja, klintra og finna uppá.

Vit halda, at børn læra best, tá tey sleppa at brúka allan kroppin – og hugflogið!

Um hetta ljóðar sum komandi ævintýrið hjá tær, er bara at lesa víðari og søkja starvið.

Vit leita eftir starvsfelagum, sum dáma at vassa, klintra og síggja heimin, í
eygnahædd hjá børnunum. Hjá okkum fært tú ein gerandisdag við rørslu, villum
spæli og stuttleika.

Harumframt fært tú eitt orkugevandi samstarv við tínar starvsfelagar, har rúm er
fyri forvitni og ørum hugskotum.

  • Vit søkja eftir einum starvsfólki (20 tímar) til Kongskjallaran i
    tíðaravmarkaðað starv til summarfrítíðina, at byrja 15. jan 2026 – ella
    skjótast gjørligt eftir tað.
  • Vit søkja eftir tímaløntum vikari, um sjúka ella annað stingur seg upp.
  • Starvið sum avloysari kann samskipast við lestur ella annað starv.

Ljóðar tað, sum vit leita eftir tær?
Så bint lissurnar, finn góða lagið fram og søk

Send ein teldupost til starv@vestmanna.fo, viðmerk ”ítróttur”.

Í teldupostinum skalt tú fortelja eitt sindur um teg sjálva/n, arbeiðsroyndir,
nær tú kanst byrja, og hvørjar dagar tú kanst arbeiða sum avloysari.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. januar 2026,
so ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi á ítróttadagstovnaøkinum í
Vestmanna.

Meira fæst at vita:
Fleiri upplýsingar um starvið eru at fáa frá Morten Hust Petersen,
stovnsleiðara á telefon 770 130 og telduposti morten@vestmanna.fo

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vestmanna kommuna skyldu til at fáa
barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv. Samrøður verða
hildnar leypandi.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Líknandi størv

Stýrimaður til Bakkabrúgv   Faroe Islands nýtt
6. januar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið