Lýsing
Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum arbeiðssomum starvsfólki til Kafeina til setan skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Starvið er á starvsbrøki 0,75 og arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8.00-14.00.
Kafein er partur av køkinum á Landssjúkrahúsinum, og tú fert at gerast partur av einum fjølbroyttum og virknum arbeiðsplássi, saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.
Um starvið
Umframt vanliga kundatænastu, skal tann setti m.a. standa fyri klárgerð av mati, seta vørur á hillarnar, halda kafeina reina og ruddiliga og gera innaneftirlit. Broytingar í starvinum kunnu koma fyri.
Førleikar
- Tú gongur høgt upp í kundatænastu
- Tú ert álítandi, røkin og fyrikomandi
- Tú dugir at taka ábyrgd og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
- Tú hevur kunnleika til KT
Vit bjóða
- Felags innleiðsla fyri starvsfólkum
- Upplæring innan økið við starvsbyrjan
- Eitt arbeiðspláss, har tað er rúmd fyri nýhugsan og nýskapan
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara, telefon 234520 ella t-post gudna@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 01.08.2022.
Vinaliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.