Landssjúkrahúsið
Útgivið
16. juni 2023
Útgongur
9. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum ábyrgdarfullum og arbeiðssomum starvsfólki til setan 1. august 2023.

Kafein er partur av køkinum á Landssjúkrahúsinum, og tú fert at gerast partur av einum fjølbroyttum og virknum arbeiðsplássi, saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Um starvið:
Umframt vanliga kundatænastu, skal tann setti standa fyri klárgerð av mati, seta vørur á hillarnar, halda kafeina reina og ruddiliga.

Starvið er á starvsbrøki 0,8. Arbeiðstíðirnar eru gerandisdagar kl 8.00 til kl 14.00, kvøld- og vikuskiftisvaktir kunna koma fyri.

Um teg:

  • tú gongur høgt upp í kundatænastu
  • tú ert fyrikomandi og røkin
  • tú hevur teldukunnleika
  • tolir broytingar í starvinum

Vit bjóða:

  • felags innleiðsla fyri starvsfólkum
  • upplæring á staðnum

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tórfríð Erlingsdóttir, leiðara, telefon 210144 ella torer@ls.fo

Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 9. juli 2023

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið