LandssjúkrahúsiðStarvsfólk til kafeina
Lýsing
Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum starvsfólki til setan skjótast gjørligt.
Kafein er staðsett í Forhøllini, men er partur av køkinum á Landssjúkrahúsinum, og hava starvsfólkini ein fjølbroyttan og virknan gerandisdag saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.
Um starvið:
Umframt vanliga kundatænastu, er partur av arbeiðinum at standa fyri klárgerð av mati, seta vørur á hillarnar, halda kafeina reina og ruddiliga.
Í sambandi við at virksemi á Landssjúkrahúsinum flytur inn í H-bygningin, kann roknast við broytingum í starvinum, bæði í arbeiðsstað, arbeiðstíðunum og arbeiðsuppgávunum.