Landssjúkrahúsið
Útgivið
16. juli 2024
Útgongur
27. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kafein á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum starvsfól ki til kvøld- og vikuskiftisvaktir, at byrja skjótast gjørligt.

Kafein er staðsett í Forhøllini, men er partur av køkinum á Landssjúkrahúsinum, og hava starvsfólkini ein fjølbroyttan og virknan gerandisdag saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Um starvið
Umframt vanliga kundatænastu, fert tú m.a. at standa fyri klárgerðan av mati, seta vørur á hillarnar og halda kafeina reina og ruddiliga. Upplæring innan økið verður við starvsbyrjan.

Arbeiðstíðir
Tú hevur tvær kvøldvaktir um vikuna, sum er hvørt mána- og týskvøld kl. 16 til 21. Harumframt arbeiðir tú annaðhvørt vikuskifti, har tú tað eina vikuskiftið bert arbeiðir leygarkvøld, og hitt vikuskiftið arbeiðir fríggjakvøld, leygardag og sunnudag/kvøld.

Klokkutíðirnar eru hesar:
Gerandisdagar kl. 16.00 til 21.00
Leygardagar kl. 9.00 til 15.00 ella 15.00 til 20.30
Sunnudagar kl. 14.00 til 21.00

Persónligir eginleikar:

  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú gongur høgt upp í kundatænastu og reinføri
  • Tú hevur teldukunnleika

Dagligt samskifti er við sjúklingar og onnur viðskiftafólk, og tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan væl.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til May Dahl Widstrup, á telefon 304764 ella teldupost maywi@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 29.07.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólknnan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið