Bakkafrost
Útgivið
24. oktober 2024
Útgongur
7. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í kantinuni hjá Bakkafrost á Glyvrum gera vit mat til umleið 350 fólk um dagin, og vit leggja dent at hava vælsmakkandi og heilsugóðan mat. Vit gera e isini mat í samband við fundir og vitjanir á Bakka. Tú verður partur av einum toymi, og vit arbeiða í vaktum.

Tað er týd ningarmikið, at tú hevur royndir við at arbeiða við matgerð. Tú leggur stóran dent á góða tænastu og reinføri. Vit vænta at tú ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar.

Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rá vøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir
Løn og se tanartreytir eru sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Umsókn
Tú søkir starvið umvegis leinkjuna niðanfyri. Um tað eru spurningar til starvið kanst tú seta teg í samband við Adinu Petrea, k antinuleiðara, á tel. 23 62 81, ella við telduposti til adina.petrea@bakkafrost.com. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið um 1.550 starvsfólk (ársverk).

www.bakkafrost.com

 

Søk starvið

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið