Lýsing
Ynskir tú at gera mun, og at stuðla fólki í at fáa tættari tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin? Og kundi tú hugsað tær at gjørt hetta við at skipað fyri arbeiðsvenjing innan køks- og kafévirksemi? So er hetta starvið møguliga nakað fyri teg.
Dugni á Hjalla søkir eftir starvsfólki til at arbeiða hálva tíð í køkinum og í Kaffikrókinum. Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál er at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og skúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknað og/ella undirvísingarstovnar. Visjónin hjá Dugna er, at “øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu verða stuðlað víðari út í arbeiði, útbúgving ella hóskandi tiltak”.
Á deildini á Hjalla verður skipað fyri arbeiðsvenjing í endurnýtsluhandli, træverkstaði, skapandi verkstaði, køki og Kaffikróki. Kaffikrókurin virkar fyrrapartar sum savningar- og matarstað hjá fólki á stovninum, og seinnapartar er opið fyri almenninginum.
Sum starvsfólk í køkinum og í Kaffikrókinum kemur tú at hava ábyrgd av menningini og trivnaðinum hjá teimum, ið vit varða av. Og í tøttum samstarvi við leiðara og starvsfólkahóp kemur tú at tilrættisleggja arbeiðsvenjing innan matgerð, føðslu, reingerð, borðreiðing, kundatænastu o.a. Umframt hetta eru førleikametingar, samrøður og stuðul út á arbeiðsmarknaðin týðandi partar av arbeiðinum.
Vit søkja eftir starvsfólki, ið:
- hevur sosialfakliga ella námsfrøðiliga útbúgving/royndir, ella útbúgving/royndir innan køksarbeiði
- megnar at fáa onnur við í arbeiðsgongdina, soleiðis at øll fáa brúkt sínar eginleikar á bestan hátt
- hevur lætt við at samskifta við stovnar og fyritøkur, og megnar at stuðla fólki víðari út í arbeiði, útbúgving ella hóskandi tiltak
- megnar at møta menniskjum í eygnahædd - við ró, virðing og tolsemi
- er skipað, og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- dugir væl at orða seg munnliga og skrivliga
- tolir broytingar, og megnar skiftandi arbeiðsuppgávur
- er áhugað í burðardyggari matgerð og gagnnýtslu av rávørum
- dugir væl at samstarva, og sær seg sum ein týðandi part av øllum arbeiðinum hjá Dugna
Vit bjóða:
- ein gerandisdag saman við dugnaligum starvsfelagum, ið hvønn dag gera sítt til at
- geva fólki nýggjar møguleikar og størri tilknýti til arbeiðsmarknaðin
- eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi í støðugari menning
- tvørfakligt samstarv ímillum deildirnar hjá Dugna kring landið
- ein gerandisdag í kreativum og skapandi umhvørvi
- møguleikar fyri fakligari menning
Umsóknir við prógvi og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. jan. Byrjanardagur er 1. mars ella skjótast gjørligt.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Ynskir tú nærri kunning um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Barbaru Hilduberg, deildarleiðara, á tel. 292974 ella á teldupost barbarah@dugni.fo