Útgivið
11. juli 2022
Útgongur
10. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heygabúðin sóknast eftir einum ábyrgdarfullum starvsfólki, at byrja í starvi í august. Tú kemur at arbeiða í køkinum hjá Heygabúðini, har tínar høvuðsuppgávur m.a. verða at gera fiskafrikkadellir og knettir. Talan er um eitt fulltíðarstarv (uml. 40 tímar um vikuna).

Heygabúðin framleiðir egnar vørur, sum verða seldar í handli okkara umframt øðrum handlunum í eysturoynni. Vit ganga sera høgt uppí, at góðskan altíð er í topp, tí er sera týdningarmikið, at tú hevur góðsku og reinføri í hásæti.

Heygabúðin er partur av Samkeyp-átakinum, og vit hava opið hvønn dag frá kl. 8:00 – 22:00. Heygabúðin hevur veitt kundatænastu síðan 1949. So sjálvt um tú fyri tað mesta ert í køkinum, so er tað týdningarmikið at tú:

  • Ert fyrikomandi, smílandi og røkin
  • Kann starvast sjálvstøðugt eins og í toymi
  • Ert fleksibul í mun til arbeiðsuppgávur og arbeiðstíðir
  • Hevur lætt við at læra

Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, um tú hevur viðkomandi royndir. Tú fært upplæring.

Umsókn
Umsókn og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast umvegis teldupost til heygabudin@heygabudin.fo - Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og strarvið verður sett um rætti viðkomandi er funnin. Tó seinasta lagi 1. august 2022.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Eyðun Højbro umvegis teldupost ella á tlf. 226156.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið