Sev
Útgivið
7. april 2026
Útgongur
22. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir starvsfólki at hjálpa til í køkinum hjá Sev. Talan er um eitt hálvtíðarstarv og verður sett sum skjótast.

Í løtuni eru trý starvsfólk í køkstoyminum, sum fevnir um køkarnar á Landavegnum og á Sundi.

Starvið
Uppgávurnar fevna um uppvask, hjálp til at halda køk og matarhølið reint og at rigga til fundir og vitjanir á Landavegnum. Harumframt aðrar fyrifallandi uppgávur í køkinum.

Arbeiðstíðin er frá kl. 10.00 – 14.00 mánadag til fríggjadag.

Starvsstaðurin er í nýggjum køki á Landavegum í Havn.


Vit vænta, at tú ert hjálpsom/-samur, arbeiðssom/-samur, álítandi, hevur góð evni at samstarva, eins væl og tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt skalt tú verða nærløgd/-lagdur og duga at samskifta á føroyskum.

Sev
Á Sev eru vit av teirri áskoðan, at starvsfólkahópurin hevur tað best, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru smidligar. Tí lurta vit eisini eftir tínum ynskjum og tørvi, í tann mun tað ber til.

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um fastlønt starv sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsóknin
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marjuna Eystberg, HR-leiðara, á telefon 521364. Umsóknarfreistin er 22.apríl 2026. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til starv@sev.fo, viðmerk: Starvsfólk til køkin.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Líknandi størv

Arbeiðsfólk til betongarbeiði   Faroe Islands nýtt
9. april 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið