P/F SMS
Útgivið
31. marts 2025
Útgongur
14. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit hava tørv á einum framsøknum og dugnaligum starvsfólki til køkin í Krásadeildini í Miklagarði.

Høvuðsuppgávurnar fevna um at gera mat til handilin og út úr húsinum.

Hjá okkum skal tú vera við at gera teir vælkendu og vældámdu rættirnir, samstundis sum tú sleppur at seta tín egna dám á starvið við at hugskotsmenna og royna nýggjar rættir og/ella matgerðarhættir.

Førleikakrøv

  • Áhuga fyri matger og dygdar rávørum
  • Góð samstarvsevni og ein jaligan hugburð
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Gott reinføri og skipa arbeiðslag

Útbúgving sum kokkur ella annað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag og annaðhvønn leygardag.

Løn er eftir avtalu.

Hevur tú spurningar til starv og/ella starvssetan, kanst tú venda tær til Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á telefon 233432.

Líknandi størv

Ljósmøður til Barnakonueindina   Faroe Islands nýtt
1. april 2025
1. april 2025
1. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið