Tórshavnar kommuna
Lýsing
Umlættingar og Rehabiliteringsdepilin Urd, sum er staðsettur í Hoyvík, hevur 27 stutttíðarpláss.
Starvsfólkini í køkinum eru partur av einum tvørfakligum toymi, ið samskipar eina heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, sum eru í stutttíðarplássi í Urd. Arbeiðið tekur støði í eini rehabiliterandi borgaragongd, har máltíðirnar eru við at styrkja førleikar hjá borgarum at megna dagligt gerandisvirksemi.