P/F ArtiCon
Útgivið
1. juni 2023
Útgongur
8. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir ágrýtnum starvsfólki til køks- og reingerðartoymið hjá Articon at byrja skjótast gjørtligt.

Um starvið
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv innan matgerð og reingerð. Articon hevur búpláss fyri starvsfólk í Klaksvík, har føroyingar og útlendsk starvsfólk húsast. Starvsfólkini fáa morgunmat, miðmála og døgurða hvønn dag. Starvsfólkini hava einmanskømur v/wc og bað. Her verður gjørt reint hvørja viku. Køkstoymið arbeiðir í skiftisvaktum allar gerandisdagar og vikuskifti. Køksfólkið hevur ábyrgd av bæði matgerðini og reingerðini á búplássinum.

Arbeiðsøki

  • Gera morgunmat, miðmála og døgurða.
  • Reingerð av kømrum og búplássi.

Tín vangamynd
Tað er umráðandi, at tú hevur góð samstarvsevnir og evnir at arbeiða miðvíst, sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tú hevur royndir innan mat- og reingerð. Tað er ein fyrimunur, um tú skilur og tosar enskt, men tó ikki eitt krav.

Vit bjóða
Fyri rætta fólkið er talan um eitt starv við spennandi avbjóðingum. Vit hava skipað viðurskiftir og eitt gott arbeiðsumhvørvið. Tú kemur at arbeiða í toymi við dugnaligum starvsfólkum.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum. Starvsstaðurin er í Klaksvík.

Meir at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Anitu Farstad, køksleiðari, telefon 282008.

Umsókn
Umsókn við møguligum prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. juni 2023. Tú søkir starvið her.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 270 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið