Kommunulæknin í Gundadali
Útgivið
4. november 2025
Útgongur
28. november 2025
Staður
Kommunulæknaviðtalan í Gundadali, Tinghúsvegur 70, 100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv
T-post
davidm@kl.fo

Lýsing

Lýst verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi, ella einum ágrýtnum persóni við aðrari viðkomandi útbúgving ella starvsroyndum, til kommunulæknaviðtalu 4 í Gundadali, Tórshavn. Talan er um viðtalu, har Dávið Michelsen starvast sum kommunulækni.

Starvsbrøkurin er 0,5.

Talan er um spennandi og fjølbroytt starv, har uppgávurnar millum annað fevna um, sjálvstøðugar viðtalur við t.d. sjúklingar við kroniskum sjúkum, barnakanningar, koppsetingar, arbeiði í móttøkuni, svara telefon og annað fyrifallandi arbeiði

Trivnaður og arbeiðsgleði verða mett høgt.

Tú verður partur av einum toymi av kommunulækna, sjúkrarrøktarfrøðingi og læknum undir útbúgving.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur arbeitt í kommunulæknaviðtalu, í læknavaktini og/ella við Cosmic áður, men ikki eitt krav.

Lønin er sambært galdandi sáttmála.

Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast við t-posti til davidm@kl.fo.
Freistin at søkja er 28. nov kl. 12.00.

Rætta fólkið verður sett skjótast tilber.

 

Hevur tú spurningar til starvið, er tú vælkomin at ringja á telefon 589020, ella við at senda t-Post til davidm@kl.fo.

Líknandi størv

Vinnuráðgevi   Faroe Islands nýtt
3. november 2025
3. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið