P/F SMS
Útgivið
13. september 2022
Útgongur
24. september 2022
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær væl at fáast við matgerð og serliga í tí søta køkinum? Gongur tú upp í, at útsjónd og smakkur gongur upp í eina hægri eind? So er eitt starv í Mylnuni møguliga nakað fyri teg.

Á kondittarínum hjá Mylnuni sóknast vit eftir einum starvsfólki, ið hevur áhuga fyri køkum og bakstri.

Hjá okkum verður tú partur av toyminum, ið stendur fyri dagligu framleiðsluni í kondittarínum. Tú luttekur í kreativu menningini av bakstri og køkum, og er á tann hátt við til at seta tín dám á arbeiðsdagin.

Vit vænta av okkara starvsfólkum, at tey eru ábyrgdarfull, at tey duga væl at arbeiða skipað, at tey arbeiða væl sjálvstøðugt líka so væl sum í einum toymi.

Talan er um fulltíðarstarv, har arbeiðstíðin vanliga er millum kl. 6.00 og kl. 15.00. Hevur tú av onkrum áðum ynski til arbeiðstíð innanfyri hesa tíðarrammuna, eru vit til at tosa við. Vikuskiftisarbeiði kann koma fyri. Útbúgving er ikki neyðug. Um áhugin fyri økinum er til staðar, eru vit til reiðar at taka eitt prát.

Eru spurningar til starv ella starvssetan, ber til at venda sær til Eirikur Magnussen, bakarameistara, á telefon 214456.

Tú søkir starvið á leinkjuni her: https://hr.sms.fo/Application/Index/1182

Líknandi størv

1. november 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
1. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið