Lýsing
Vit leita eftir einum starvsfólki, ið hevur ein spírandi áhugað fyri matgerð og dygdar rávørum.
Fremsta uppgávan hjá starvsfólkunum á Krásadeildini er at avgreiða og hjálpa kundum og at fylla diskarnar við alskyns lekkrum krásavørum.
Vit vænta av tær, at tú ert tænastusinnað/ur, dygdartilvin og gongur høgt upp í reinføri.
Arbeiðstíðin er áleið 30-35 tímar um vikuna mánadag til fríggjadag og 3. hvønn leygardag.
Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú seta teg í samband við Rasmus Konggaard, sláturmeistara, á telefon 233432.
Um tú ynskir at søkja starvið, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis síðuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2182