Norðoya Sparikassi
Útgivið
23. februar 2024
Útgongur
8. marts 2024
Staður
Ósávegur 1, Postsmoga 149, FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
starv@ns.fo

Lýsing

Søkt verður eftir einum starvsfólki til kundatænastuna á høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík.
Sum starvsfólk í kundatænastuni gerst tú partur av einum toymi, sum setur góða kundarøkt í hásæti. Tú
fært møguleika at seta tín dám á toymið. Hevur tú vilja og hegni, eru eisini møguleikar at menna teg
sjálva/n í starvinum.

Uppgávur
Í kundatænastuni svara vit kundum, ið ringja inn, samskifta yvir netið ella støkka inn á gólvið. Eisini avgreiða
vit kundum við kassan. Uppgávurnar eru eisini at hjálpa og svara kundum uppá dagligar fíggjarspurningar,
hjálpa kundum við netbanka, gjaldkortum og øðrum. Kundatænastan loysir harafturat ymsar uppgávur fyri
aðrar eindir í sparikassanum.

Persónligir eginleikar
Tú ert ágrýtin, fyrikomandi og álitisvekjandi, og tú brennir fyri at veita eina góða tænastu. Tú trívist í einum
arbeiði, sum í stóran mun er myndað av regluverkum.

Fakligir førleikar
Peningastovnsútbúgving ella onnur viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur. Hevur tú ikki slíka útbúgving,
fært tú neyðuga upplæring.

Lønarviðurskifti
Løn eftir nærri avtalu.

Upplýsingar um starvið
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Eyðun Kjølbro á telefon 295055.

Umsóknarfreist
Umsókn saman við møguligum próvskjølum og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera sparikassanum í
hendi í seinasta lagi 8. mars 2024 og skal sendast til:

 

Norðoya Sparikassa
Att: Eyðun Kjølbro
Ósávegur 1
Postsmoga 149
FO-700 Klaksvík
ella sum teldupostur til starv@ns.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið