Starvsfólk til kundatænastuna

formula P/f
Útgivið
16. oktober 2020
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Page Views
79

Lýsing

Starvið

Vit arbeiða miðvíst við heildarloysnini, sum vit geva kundum okkara. Vit leggja orku í at fáa fólk og tøkni at spæla saman, soleiðis at samlaða veitingin skal eydnast. Vit vilja styrkja toymið, og hava tí brúk fyri tær.

Tú kemur at starvast í servicedesk, sum fyrst og fremst veitir kundum hjálp yvir telefon og fjartænastu ígjøgnum teldu. Tú kemur at virka sum bindilið millum kundan og tøkni- og rakstrardeildina, har tað starvast fleiri enn 20 fólk saman við tær. Arbeiðstíðirnar eru mánadag til fríggjadag kl. 8:00 til 16:30.

Tínir førleikar

Á Formula eru persónligu førleikarnir eins týðandi og teir fakligu.

Sum persónur ert tú útvendur, fyrikomandi, nærlagdur og hevur lætt við at samskifta við kundar eins væl og starvsfelagar. Vit seta høg krøv til okkum sjálvi og ganga høgt upp í at veita kundunum eina góða tænastu, og tí er tað týdningarmikið, at tú ert tænastusinnaður.

Tú arbeiðir sjálvstøðugt og kennir tínar sterku síður. Somuleiðis kennir tú tínar avmarkingar og spyrt, tá tú ikki veitst. Tú ert ikki bangin fyri at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur...

 

- Les meira, og søk starvið her

LES MEIRA

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha

Líknandi størv

1. oktober 2020