Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
29. november 2023
Útgongur
14. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir fólki til fast starv í leiðbeiningini á 19,5 tímar um vikuna frá 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin skiftir ímillum fyrrapartar og seinnap9artar.

Leiðbeingingin er opin gerandisdagar frá kl. 8.00-15.30. Í leiðbeiningini starvast tvey fólk fast, umframt ein avloysari.

Uppgávurnar í vekslaranum/leiðbeiningini eru m.a.

  • avgreiðsla av telefonsamskifti
  • at leiðbeina sjúklingar og vitjandi til rætta viðkomandi
  • umsiting av kassa/banka
  • postavgreiðsla
  • skráseting av sjúklingum
  • at fyriskipa praktisk viðurskifti í sambandi við yvirflytingar av sjúklingum, ið skulu til útlandið
  • aðrar fyrifallandi uppgávur.

Vit sóknast eftir starvsfólki, ið

  • er fyrikomandi og dugir væl at orða seg
  • er tænastusinnað og hevur góð samstarvsevnir
  • er ábyrgdarfult og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • er fleksibult og sær avbjóðingar fram um forðingar
  • hevur góðan telduførleika
  • dugir at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
  • skrivs tovuútbúgving kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.

Vit bjóða

  • eitt spennandi starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, har ongin dagur er eins
  • eitt áhugavert arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum fakbólkum og uppgávum
  • skipaða innleiðslu.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnbjørg Guttesen, virkandi stjóra á tlf. 34 33 00 ella teldupost gunnbjorg@ssh.fo.

Umsóknir við viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@ssh.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 14. desember 2023.

Sí lýsing her

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið