Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
15. juli 2024
Útgongur
16. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir fólki til fast starv í leiðbeiningini á 19,5 tímar um vikuna frá 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin skiftir ímillum fyrrapartar og seinnapartar.

Leiðbeingingin er opin gerandisdagar frá kl. 8.00-15.30. Í leiðbeiningini starvast tvey fólk fast, umframt ein avloysari.

Uppgávurnar í vekslaranum/leiðbeiningini eru m.a.

  • avgreiðsla av telefonsamskifti
  • at leiðbeina sjúklingar og vitjandi til rætta viðkomandi
  • umsiting av kassa/banka
  • postavgreiðsla
  • skráseting av sjúklingum
  • at fyriskipa praktisk viðurskifti hjá sjúklingum, ið skulu í viðgerð uttanlands
  • aðrar fyrifallandi uppgávur.

Vit sóknast eftir starvsfelaga, ið

  • er fyrikomandi og dugir væl at orða seg
  • er tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevnir
  • er ábyrgdarfull/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • er fleksibul/ur og sær avbjóðingar fram um forðingar
  • hevur góðan telduførleika
  • dugir at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
  • royndir við umsiting av kassa kann vera ein fyrimunur
  • skrivstovuútbúgving kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.

Vit bjóða

  • eitt spennandi starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, har ongin dagur er eins
  • eitt áhugavert arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum fakbólkum og uppgávum
  • skipaða innleiðslu.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnbjørg Guttesen, varastjóra á tlf. 34 33 00 ella teldupost gunnbjorg@ssh.fo.

Umsóknir við viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@ssh.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. august 2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið