Lýsing
Vit leita eftir einum mat- og reingerðarfólki – er tað tú?
Hevur tú royndir við matgerð og reinføri? Ert tú fleksibul og tænastusinnað/ur?
Vit leita eftir einum álítandi og fyrikomandi starvsfelaga, sum hevur hug at taka sær av dagligari matgerð í kantinuni og reingerð á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri.
Um starvið
Tú verður ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá starvsfólkunum, við at tryggja heilsugóðan mat og at reinføri er á høgum støði.
Starvið fevnir um tvær høvuðsuppgávur.
Fyrrapartin leggur tú dent á at fyrireika og borðreiða góðan og heilsugóðan miðmála til starvsfólkini í umsitingini, ið eru 20 í tali. Eisini tryggjar tú, at kantinan altíð er rein og innbjóðandi. Eftir loknan arbeiðsdag hevur tú ábyrgdina av, at skrivstovan, við tilhoyrandi hølum, eru rein og hugnalig. Sostatt tryggjar tú eina vælvirkandi kantinu, har góður og sunnur matur verður borðreiddur til starvsfólk um dagin, og at halda eitt høgt reinføristøði í kantinuni og tilhoyrandi økjum um kvøldið.
Kantina
- Gera vikuliga matarætlan
- Fyrireika og borðreiða miðmála
- Tryggja rætta goymslu- og handfaring av rávørum sambært matvørulóggávu
- Tryggja reinføri í kantinuni
- Umsita innkeyp av mat- og reingerðarvøru, sambært fíggjarætlan og góðskukrøvum
Reingerð
- Daglig reingerð av skrivstovum, gongum, vesum, kantinu og felagsrúmum
- Uppvask og fyrireiking til næsta dag
- Burturbeining og sortering av rusk sambært galdandi reglum
- Skipa høvuðsreingerð
Formlig krøv
Vit vænta, at tú hevur:
- Royndir innan kantinu- og/ella reingerðararbeiði (ein fyrimunur, men ikki krav)
- Góðan kunnleika til reinføri og matviðgerð
- Evni at arbeiða sjálvstøðugt, skipað og við ábyrgd
- Góð samstarvsevni og jaliga atferð í gerandisdegnum
Setanartreytir
Setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Arbeiðstíðin er í alt 6 tímar um dagin.
Umsóknarfreistin er 26. november 2025.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Elin Jacobsen, starvsfólkaleiðara, á tlf. +298 293015 ella við telduposti til elj@ssl.fo.
Søk starvið her
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu.