Løgtingið
Útgivið
10. februar 2023
Útgongur
3. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum starvsfólki til matarhøllina í Løgtinginum. Talan er um fulltíðarstarv við skiftandi arbeiðstíðum, alt eftir virkseminum í Løgtinginum. Í starvinum kemur tú at hava ábyrgdina av matarhøllini, at standa fyri innkeypi til matarhøllina, at borðreiða við mati, sum er bílagdur uttanífrá og at virka til aðrar smærri máltíðir, m.a. tá nevndarfundir eru, ella tingfundir gerast drúgvir. Harumframt fevnir starvið um reingerð av sjálvari matarhøllini. Talan er um eitt til tíðir krevjandi starv.

Tann, sum settur verður, skal hava royndir við matgerð og reingerð, hava góðan kunnleika til føroyskt mál og hava áhuga fyri at arbeiða við fólki.

Starvið verður sett skjótast til ber, og verður lønt samsvarandi sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir saman við prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi 3. mars 2023, kl. 12. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@logting.fo ella við vanligum brævi til Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra á tlf. 520294.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið