Tórshavnar kommuna
Lýsing
Ynskir tú eitt arbeiðspláss við hópin av mennandi, gevandi og kveikjandi upplivingum og at gerast partur av einum góðum starvsfólkatoymi, har trivnaður og menning er í hásæti? So er møguleikin her. Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólki at starvast á Miðstovninum, bæði til fast starv og avloysara.
Vit søkja eftir námsfrøðingum og hjálparfólki at arbeiða 20-40 tímar um vikuna í vøggustovu og barnagarði, og avloysarum, ið kunnu traðka til, tá tørvur er á teim.