P/F SMS
Útgivið
10. juli 2024
Útgongur
24. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Kom og starvast saman við okkum í Føroya størsta matvøruhandli!

Vit leita í løtuni eftir einum starvsfólki at arbeiða áleið 40 tímar um vikuna.

Tú kemur at hava ábyrgd av einum øki í handlinum, har tín uppgáva er at fylla vørur á hyllarnar og at bíleggja ávísar vørubólkar. Tú skal sjálvandi eisini vera við at geva kundum okkara eina góða innkeypsuppliving við at vegleiðara og hjálpa teimum, og annars eru fyrifallandi uppgávur, ið stinga seg upp gjøgnum dagin.

Vit leita eftir tær, ið er fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur. Afturfyri kunnu vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, har samstarv og kundatænasta er í miðdeplinum.

Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag og triðja hvønn leygardag.

Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Karin Jacobsen, handilsleiðara, á telefon 233431.

Send okkum tína umsókn umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2313. Vit lesa umsóknir leypandi.

Líknandi størv

Starvsfólk til Miklagarð   Faroe Islands nýtt
14. oktober 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið