Lýsing
Trívist tú við skiftandi arbeiðstíðum og fjølbroyttum uppgávum? So hava vit ein spennandi møguleika til tín.
Starvið
Móttøkan á Glyvrum er opin alt samdøgrið. Gerandisdagar er talan fyrst og fremst um vanligt móttøkuarbeiði.
Arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar. Tú verður fyrsta andlitið og røddin, sum starvsfólk, kundar og onnur vitjandi møta, tá ið tey vitja okkum. Saman við móttøkuleiðaranum kemur at hava ábyrgd av, at móttøkan koyrir, sum hon skal.
Tínar uppgávur verða m.a.:
- Taka ímóti fólki, starvsfólki og gestum
- Taka ímóti og víðaristilla telefonir
- Umsita lyklar og atgongd til bygningin
- Avgreiða post – fysiskan og elektroniskan
- Kontantsøla av ymiskum laksavørum
- Innleiðsla við nýggjum starvsfólki og skráseting í HR skipan
- Aðrar fyrifallandi uppgávur
Um kvøldið, náttina og í vikuskiftinum er høvuðsuppgávan hjá móttøkufólkinum at vera bakvakt til alarmskipanir í smoltstøðunum. Vit hava eitt vaktarrúm aftanfyri móttøkuna, har fylgt verðir við alarmum á smoltstøðum í Føroyum og Skotlandi.
Uppgávurnar hjá vaktarfólkinum eru:
- Ringja til forvakt á smoltstøðini áðrenn og aftaná vaktarrundu
- Reagera uppá alarmar, um forvakt á smoltstøð ikki kvitterar fyri teir
- Samskifti við viðkomandi persónar og deildir, tá ið okkurt uppstendur
- Avgreiðsla av løttum umsitingarligum uppgávum
Starvsstaðurin er á Glyvrum og arbeiðstíðirnar eru skiftandi. Arbeiðstíðin er í miðal 33 tímar um vikuna, og skiftir millum dag-, kvøld- og náttarvaktir eftir einum fimm viku rulli.
Tín vangamynd
Vit søkja eftir einum persóni við viðkomandi fakligum og persónligum førleikum til at starvast í móttøkuni og , sum brennir fyri at veita eina góða tænastu. Vit ímynda okkum, at:
- Tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samskifta á føroyskum og enskum
- Tú megnar væl umskiftiligar uppgávur og varðveitir altíð eitt høgt tænastustøði
- Tú hevur góðar telduførleikar og dugir væl at seta teg inn í nýggjar KT skipanir
- Tú ert støðug/ur og møtir væl upp
Útbúgving er ikki eitt krav, men viðkomandi royndir og/ella útbúgving innan móttøku ella fyrisiting eru ein fyrimunur.
Løn og setanartreytir
Løn er sambært sáttmála hjá Samverk. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, og kunnu bjóða tær góðar starvsfólkatryggingar og eina frálíka matarskipan.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Anniku Vestergaard, móttøkuleiðara á tel. 23 56 24 ella teldupost:anve@bakkafrost.com
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin "Søk starvið" niðanfyri. Umsóknarfreistin er 16. februar 2025.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi bæði í Streymoy og Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið umleið 1.570 starvsfólk (ársverk).